TÓRSBREYT 1

Tórsbreyt

Á Oyggjaleikum 2027 verður frælsur ítróttur á nýumvældu Tórsbreyt í Havn.

Tórsbreyt liggur við sera vøkrum útsýni yvir náttúruvakra økið við Svartafoss, út á Nólsoyarfjørð og yvir fjøllini, ið verja Havnina.

Kappingarøkið gerst av tí sama serligt og kveikjandi. 

Tórsbreyt verður í løtuni dagførd. Tá ið arbeiðið er liðugt, verður talan um eina 400 metra rundbreyt við seks geilum og seks sprintgeilum. Breytin verður umvæld, so hon lýkur altjóða krøv sambært World Athletics Class 2.

Breytin er ikki opin fyri almennari íðkan, meðan Betri Oyggjaleikir eru, men far á breytina og síggj nógvar spennandi kappingar í frælsum ítrótti frá sunnudegi til fríggjadag. 

 

Leikvøllur

Tórsbreyt, Undir Svartafossi

FO-100 Tórshavn, Faroe Islands

Show Directions