Súkklurutur í Havn
Súkklukappingarnar fara fyri tað mesta at vera í Havn og rundan um Havnina.
Teinarnir til einkultstartin og til landavegskoyringina verða kunngjørdir seinni. Býarkoyringin (Criterium) fer fram í miðbýnum í Havn.
Einkultstarturin verður mánadag, landavegskoyring mikudag og býarkoyringin fríggjadag. Fjallasúkklukappingarnar fara fram á tveimum ymsum breytum - eisini í Havn.
Súkklukappingarnar fara at hava við sær stongdar vegir, men vit fara at kunna væl og virðiliga um hetta og í góðari tíð.