Súkkluruta landavegskoyring
Kappingin í landavegskoyring er í Runavík. Býarkoyringin (Criterium) og fjallasúkklukappingarnar eru í Havn, meðan einkultstarturin er í Klaksvík
Teinarnir verða kunngjørdir her á síðuni, tá ið teir eru klárir.
Kappingin í einkultstarti er mánadag, í landavegskoyring mikudag og býarkoyring fríggjadag. Fjallasúkklukappingarnar eru týsdag og hósdag í Havn.
Súkklukappingarnar fara at hava við sær stongdar vegir; vit kunna væl og virðiliga um hetta og í góðari tíð.
