Súkkluruta býarkoyring
Býarkoyringin (Criterium) og fjallasúkklukappingarnar eru í Havn. Landavegskoyringin er í Runavík, og einkultstarturin í Klaksvík.
Býarkoyringin er fríggjadag, og teinurin verður kunngjørdur her á síðuni, tá ið hann er klárur.
Kappingin í einkultstarti er mánadag, í landavegskoyring mikudag og í býarkoyring fríggjadag. Fjallasúkklukappingarnar eru týsdag og hósdag í Havn.
Súkklukappingarnar fara at hava við sær stongdar vegir, men vit fara at kunna væl og virðiliga um hetta og í góðari tíð.
