SVIMJIHØLLIN INNI 2

Langhylurin, Gundadalur

Svimjikappingarnar verða í svimjihøllini í Gundadali. 

Kappingarhylurin verður nýggi 50 metra hylurin við 10 geilum og skilaveggi, sum ger, at tað eisini ber til at kappast á stuttgeil. Pláss er fyri umleið 300 áskoðarum. 

Í høllini er ein eyka 25 metra hylur við seks geilum, sum verður brúktur til upphiting. 

Skiftingarrúm til kvinnur og menn eru tøk. 

Elektroniska tíðarskipanin hjá Swiss Timing Quantum verður nýtt til kappingarnar. 

Leikvøllur

Gundadalur 4

FO-100 Tórshavn

Show Directions