KÍ-høllin og Badmintonhøllin
KÍ høllin og Badmintonhøllin í Klaksvík eru karmur um innandura flogbóltin hjá bæði monnum og kvinnum.
Talan er um tvær hallir, sum eru samanbundnar, soleiðis at gangast kann í millum tær uttan at fara út. Hallirnar eru partur av ítróttadepli við svimjihøll, vælveruøki, rennibreyt og fótbóltsvølli.
Í 1969 stóð KÍ-høllin liðug. Høllin er umvæld fleiri ferðir, og nú hevur høllin fingið nýggj gólv, flytbar áskoðarapláss og nýtt felagshøli, eins og gólvplássið er vorðið størri. 500 sitipláss eru í høllini.
Hin høllin er nógv nýggjari. Badmintonhøllin stóð liðug í 2007. Talan er um stóra og ljósa høll við góðari gólvvídd, 850 sitiplássum og svala øðrumegin, har standipláss eru.
Tá ið Føroyar hýstu oyggjaleikunum í 1989, var flogbóltskappingin spæld í KÍ-høllini.