SANDOY INNI 1

Ítróttarhøllin í Sandoy

Fleiri vøllir skulu til fyri at avgreiða teir gott og væl 200 tennisdystirnir, sum eru á Betri Oyggjaleikum, og tí verður tennis spælt á fleiri ymsum vøllum ymsastaðni í landinum - bæði inni og úti.

Ein av innandura tennisvøllunum er í ítróttarhøllini í Sandoy. 

Tveir uttandura vøllir eru í Gundadali í Tórshavn og ein uttandura í Hoyvík. Hesir tríggir eru ikki nóg mikið til at avgreiða allar dystirnar, sum vanliga eru á oyggjaleikum.

Harafturat er veðrið í Føroyum sera skiftandi, og tí er neyðugt at  hava innandura vøllir eisini, har serligt tennisgólv verður lagt á. 

Tennis er umfatandi ítróttagrein, og tørvurin á vøllum er stórur. Tí eru tilsamans sjey vøllir tøkir til leikirnar. Hesir vøllir eru: 

Gundadalur (tveir uttandura vøllir)
Klingran (ein uttandura vøllur)
Gundadalshøllin
Kollafjarðar ítróttarhøll
Ítróttarhøllin á Skála
Ítróttarhøllin í Sandoy

Leikvøllur

Skopunarvegur

FO-210 Sandur

Show Directions