Hoyvíkshøllin
Hoyvíkshøllin er ein ítróttahøll í fullari stødd við fitt av áskoðaraplássum og alskyns hentleikum so sum kantinu og styrkirúmi.
Høllin verður nýtt til ymsar innandura ítróttargreinar, og á Betri oyggjaleikum hýsir hon borðtenniskappingunum.
Umframt kappingarborðini, verða upphitingarborð sett upp í eini minni fimleikahøll, sum er íbygd í Hoyvíkshøllina.