HØLLIN Á HÁLSI 3

Høllin á Hálsi

Um tú ætlar tær at síggja badmintondystir á Betri Oyggjaleikum, so er at leggja tær leiðina inn í høllina á Hálsi.

Stóra høllin er sera vælegnað til at hýsa so stórari badmintonkapping við dystum frá morgni til kvøld hvønn dag, meðan leikirnir eru.

 Í høllini er pláss fyri 10 badmintonvøllum.

Til kappingina er ætlanin at brúka badmintongólv á teimum vøllum, har dystir vera leiktir, og so verða tveir aðrir vøllir tøkir til upphiting. Fleiri skiftingarrúm við brúsuhentleikum eru í høllini.

Umstøðurnar í høllini eru góðar við nógvum áskoðaraplássum. Bæði køkur og kantina eru í høllini, og atkomuligheitin til fólk við rørslutarni er góð.

Høllin á Hálsi er upprunaliga bygd í 1970, men er bæði útbygd og umvæld seinastu árini.

 

Leikvøllur

Hallarvegur 4

FO-100 Tórshavn

Show Directions