GUNDADALSHØLLIN INNI

Gundadalshøllin

Fleiri vøllir skulu til fyri at avgreiða allar tennisdystirnir á Betri Oyggjaleikum, og tí verður tennis spælt á fleiri ymsum vøllum ymsastaðni í landinum - bæði inni og úti.

Ein av innanduravøllunum er Gundadalshøllin skamt frá uttanduravøllunum. 

Tveir uttandura vøllir eru í Gundadali í Havn. Hesir eru ikki nóg mikið til at avgreiða allar dystirnar, sum vanliga eru á oyggjaleikum.

Harafturat er veðrið í Føroyum sera skiftandi, og tí er neyðugt at  hava innandura vøllir eisini, har serligt tennisgólv verður lagt á. 

Tennis er umfatandi ítróttagrein, og tørvurin á vøllum er stórur. Tí eru tilsamans seks vøllir tøkir til leikirnar. Hesir vøllir eru: 

Gundadalur (tveir uttandura vøllir)
Gundadalshøllin
Kollafjarðar ítróttarhøll
Ítróttarhøllin á Skála
Ítróttarhøllin í Sandoy

Leikvøllur

Gundadalsvegur 2

FO-100 Tórshavn

Show Directions