BYLGJAN INNI 1

Bylgjan

Fimleikakappingarnar á Betri Oyggjaleikum verða í Bylgjuni í Runavík.

​Fimleikahøllin Bylgjan í Runavík er ein nútímans ítróttar- og mentanardepil, sum varð tikin í nýtslu í 2014.

Kappingin verður skipað soleiðis, at fimleikahøllin verður nýtt til upphiting og sum tilhaldsstað. Síðani verður sjálv kappingin í ítrottarhøllini í sama bygningi.

Møguliga verður neyðugt at flyta kappingina í einstøkum amboðum inn í fimleikahøllina, men arbeitt verður fram ímóti, at øll amboðini kunnu vera í somu høll.

Høllin er 3.500 fermetrar til støddar og er partur av ítróttarøkinum við Løkin, har eisini Skúlin við Løkin og Løkshøll eru staðsett.

Hetta økið er miðdepil fyri ítróttarligt og mentanarligt virksemi í Runavíkar kommunu. ​

Leikvøllur

Bylgjan, Mýravegur

FO-620 Runavík

Show Directions