TRIATLON

Triatlon

Triatlon er kapping, sum ofta liggur fyrst á oyggjaleikum. Kvinnur og menn kappaðust á fyrsta sinni í triatlon á Isle of Man í 2001, og triatlon hevur verið við á fleiri leikum síðan.

Kappingarleistur

Kappingin verður skipað sum ein Sprint Triatlon.

Leikvøllur

Triatlon kappingin verður í Havn. Vegna ov lágan miðalhita í sjónum, verður svimjingin avgreidd innandura í nýggju svimjihøllini í Gundadali.

Hent at vita

Av tí at miðalhitin í sjónum liggur undir minstakravinum, sum reglugerðin hjá World Triathlon ásetur, verður svimjingin ikki hildin í sjónum. Í staðin hava fyriskipararnir, saman við teknisku nevnd fyri triatlon, valt at avgreiða svimjingina innandura og soleiðis tryggja at kappingin fylgir altjóða trygdarreglum.

Triatlon í Føroyum

Sersambandið fyri súkkling og triathlon er samgongan hjá teimum feløgum, sum íðka súkkling og triatlon.

Upprunaliga vóru súkkling og triatlon saman við frælsu ítróttini, men í 2004 var stundin komin hjá súkklingini og triatlon at finna sær egið pláss í egnum sersambandi.

Trý feløg eru í sersambandinum. Tey eru Tórshavnar Súkklufelag, sum var stovnað í 1983, Føroya Triathlon Felag, sum var stovnað í 2001, og Fjallasúkklufelagið MTB, sum kom í 2011.