TENNIS 1

Tennis

Tennis er heimsins størsta ítróttagrein fyri einstaklingar og var fyrstu ferð partur av oyggjaleikunum í Álandi í 1991. Síðan hevur tennis verið partur av teimum flestu oyggjaleikunum.

Kappingarleistur

Kappast verður í liðkapping, einmansleiki og tvímansleiki hjá bæði kvinnum og monnum, umframt blandaðum tvímansleiki.

Leikvøllur

Spælt verður á tennisvøllunum í Gundadali í Havn, umframt í nøkrum ítróttahallum kring landið.

Hent at vita

Spælt verður sambært reglugerðini fyri tennis á oyggjaleikum.

Tennis í Føroyum

Í Føroyum er áhugin fyri tennis støðugt vaksandi.

Tennissamband Føroya (TSF) var stovnað í 2018 og hevur síðan arbeitt miðvíst fyri at menna og styrkja tennisítróttin kring landið og skapa góðar karmar fyri bæði breiddarspælarar og úrvalsspælarar.

Arbeitt verður nú serliga fyri at betra umstøðurnar at spæla tennis innandura í Føroyum, so tað ber til at fáa fleiri altjóða tennismeistarakappingar til Føroya.

Tann 1. januar 2026 verður Tennissamband Føroya eisini partur av evropeiska tennisfelagsskapinum Tennis Europe, so føroyskir tennisspælarar kunnu luttaka í evropeiskum kappingum sum einstaklingar og í landsliðshøpi.

Í 2025 vunnu Føroyar á fyrsta sinni oyggjaleikakapping fyri lið hjá monnum í Isle of Man. Ein kapping, sum var fyriskipað, tí tennis ikki er við á leikunum í Orknoyggjum.

Tennis Støð

Tennisvøllirnir í Gundadali

Gundadalur

FO-100 Tórshavn

Kollafjarðar ítróttarhøll

Við Sjógv 6

FO-410 Kollafjørður

Ítróttarhøllin í Sandoy

Skopunarvegur

FO-210 Sandur

Ítróttarhøllin á Skála

Undir Mýruhjalla 5

FO-480 Skála

Gundadalshøllin

Gundadalsvegur 2

FO-100 Tórshavn