Svimjing
Svimjing hevur verið ítróttagrein á oyggjaleikum síðan byrjanina í 1985.
Kappingarleistur
Svimjikappingarnar verða saman í tíðarætlan sambært IIGA-viðtøkunum.
Kravdar einstaklingakappingar fyri menn og kvinnur eru:
Í frísvimjing 50m, 100m, 200m, 400m, 800m (bara kvinnur) og 1.500m (bara menn).
Í ryggsvimjing 50m, 100m og 200m
Í firvaldssvimjing 50 m, 100m og 200m
Í bringusvimjing 50m, 100m og 200m
Í blandað 100m, 200m og 400m.
Kravdar liðkappingar eru 4 x 50m blandað, 4 x 100m blandað, 4 x 50m frí, 4 x 100m frí.
Leikvøllur
Kappingarnar verða í svimjihøllini í Havn, sum hevur bæði 50 metra og 25 metra hyl.
Kappingarhylur er nýggi langhylurin við 10 geilum og skilaveggi, sum ger tað møguligt at kappast á stuttgeil.
Upphiting verður allar dagar í 25 metra hylinum við seks geilum undan riðlum og finalum.
Hent at vita
Venjing undan og eftir kappingar er í nýggja langhylinum við 10 geilum.
Venjingartíðir eru tøkar dagar millum kappingarnar.
Útgerðin er track-start diving blocks, backstroke ledges og Swiss Timing Quantum electronic timing system.
Svimjing í Føroyum
Føroysk svimjing hevur tikið seg nógv fram, síðan Svimjisamband Føroya var stovnað í desember 1980. Sjey svimjifeløg eru limir í dag.
Føroyingar munnu allar dagar hava svomið, og longu í 1912 var kappsvimjing í Havn á ólavsøku. Fyrsta svimjifelagið var Havnar Svimjifelag, sum kom í 1938. Næsta felagið kom í 1959, tá Vestmanna Svimjifelag varð stovnað.
Kappsvimjingar vóru av og á, og í sekstiárunum vóru svimjarar úr Havnar Svimjifelag eisini við í onkrum kappingum í Danmark.
Í 1981 fekk Svimjisamband Føroya eisini limaskap í norðurlendska svimjisambandinum, og stutt eftir eisini í altjóða svimjisambandinum FINA. Limaskapirnir lótu upp nýggjar dyr fyri svimjingina.
Oyggjaleikirnir hava verið ein góður motorur fyri motivatiónina hjá svimjarunum, men teir hava ikki bara kappast har. Serliga eftir aldarskiftið hava føroyskir svimjarar rokkið nógvum stórum úrslitum uttanlands. Millum annað var Pál Joensen sum fyrsti føroyski svimjarin við í OL í London í 2012 og Rio í 2016.
Nógvir føroyskir svimjarar standa seg árliga eisini væl í útlendskum kappingum.
Svimjisambandið er regluliga vertur fyri altjóða stevnum og tiltøkum, serliga í norðurlendskum høpi.
Svimjing Stað