SUKKLING 2025 2

Súkkling

Á oyggjaleikum er skráin fyri súkklingina mest sum fastløgd. Kappast verður í einkultstarti, landavegssúkkling, býarkoyring og fjallasúkkling.

Kappingarleistur

Mánadag verður einkultstartur í Klaksvík. Kvinnur súkkla 30 kilometrar, og opin bólkur súkklar 40 kilometrar.

Mikudag verður landavegskoyring í Runavík. Kvinnur súkkla 80 kilometrar, og opin bólkur súkklar 104 kilometrar.

Fríggjadag verður býarkoyring, criterium, í Havn. Kvinnur súkkla 30 til 40 minuttir + 5 umfør, og opin bólkur súkklar 45 til 60 minuttir + 5 umfør.

Fjallasúkklukappingar í Cross Country (XCO) og Short Track (XCC) verða hildnar á tveimum ymiskum breytum.

Týsdag verður Short Track XCC í vestara parti av Havnini.

Hósdag verður Cross Country XCO við útsýni yvir Havnina.

Breytir

Súkklukappingarnar eru í Havn, í Runavík og í Klaksvík. Fjallasúkklukappingarnar eru í Havn.

Hent at vita

Íðkararnir skulu sjálvir hava við sær súkklu og hóskandi trygdarútgerð.

Tá ið nágreiniligir leikvøllir og teinar fyri súkklukappingarnar eru fastlagdir, verður ein umfatandi venjingar- og upphitingarskrá almannakunngjørd.

Súkkling í Føroyum

Trý feløg eru í Sersambandinum fyri Súkkling og Triatlon. Upprunaliga stovnaði Tórshavnar Súkklufelag og Triatlonfelag sersambandið, og seinni løgdust Fjallasúkklufelagið, súkklu- og triatlonfelagið Troy og Norðstrok afturat.

Oyggjaleikirnir vóru í nógv ár størsta avbjóðingin hjá føroyskum súkklarum, sum nú eisini kappast í øðrum kappingum uttanlands.

Súkkling Støð

Súkkluruta býarkoyring

FO-100 Tórshavn

Súkkluruta einkultstartur

FO-700 Klaksvík

Føroyar

Súkkluruta landavegskoyring

FO-620 Runavík

Føroyar

Fjallasúkklubreyt

FO-100 Tórshavn

Føroyar