SKJOTISAMBAND 3

Skjóting

Skjóting hevur verið við á øllum oyggjaleikum síðan 1985 uttan í Orknoyggjunum í 2025.

Kappingarleistur

Allar kappingar verða avgreiddar sambært lógum og reglum hjá IIGA.

Kappast verður í liðkapping og einstaklingakapping í:

Høglskjótikapping – Olympisk trap (OT)

Høglskjótikapping – Automatisk ball trap (ABT)

Olympisk skeet (OS)

Enskt skeet (ES)

Lóður verður 12 kalibur, stál, 24 gramm og stødd 7/9. Lóður kann keypast á breytini.

Leikvøllur

Bara fáar minuttir frá miðbýnum í Havn er skjótibreytin á Sandvíkum, har stórar umvælingar og útbyggingar eru framdar síðan 2021.

Á skjótibreytini eru tvær skeet-breytir, ein samanløgd olympisk trap/automatisk ball trap (OT/ATB) breyt, og eitt nýtt felagshús, sum er bygt til endamálið.

Betringar verða framvegis framdar fyri at kunna bjóða eina skjótiuppliving av besta slag.

Hent at vita

Breytin verður tøk til almenna venjing nakrar dagar undan leikunum. Prísir og nærri upplýsingar verða kunngjørd seinni.

Upplýsingar um flutningsmøguleikar til og frá Sandvíkum verða kunngjørdar nærri leikunum.

Vegleiðing um, hvussu skotvápn og lóður kunnu flytast til Føroya, verður almannakunngjørd seinni. Myndugleikarnir arbeiða við einari einfaldari og greiðari mannagongd.

Skjóting í Føroyum

Skjótisamband Føroya var stovnað í 1997. Fýra limafeløg eru í Skjótisambandi Føroya nú. Tey eru Eysturskot, Sunda Byrsufelag, Veiðifelagið Byrsumúli og Vestmanna Byrsufelag.

Skjótisamband Føroya er limur í altjóða Skjótisambandinum ISSF og evropeiska Skjótisambandinum ESC. Føroyar kunnu av tí sama luttaka í øllum EM-kappingum á jøvnum føti við onnur lond.

Fyrsta føroyska heiðursmerki í oyggjaleikahøpi fekk Finn Ludvig, tá hann fekk bronsu í Isle of Wight í 1993. Fyrsta gullheiðursmerki kom í 2013, sum Marius F. Joensen vann í Bermuda.

Skjóting Stað