KURVABOLTUR 3

Kurvabóltur

Kurvabóltur hevur verið partur av oyggjaleikum síðani 1999, og kappast verður bæði hjá kvinnum og monnum. Føroyar hava kappast í kurvabólti síðani 2015.

Kappingarleistur

Á oyggjaleikum eru dystir í kurvabólti vanliga frá mánadegi til fríggjadag, og tað sama er væntandi í Føroyum. 

Leikvøllur

Kappingin í kurvabólti verður spæld við Tjarnir, ið er nýggjasta og framkomnasta ítróttahøll í Føroyum. Til ber at avgreiða tveir dystir í senn. 

Har eru sera góðar umstøður til umklæðing, upphiting og at eta. Eisini ber til at fáa spælaraklæðini vaskað í høllini.

Hent at vita

Øll liðini fáa upphitingarbóltar, og útgerðin, ið spælt verður við, er FIBA góðkend.

Møguleiki er at sleppa til og frá høllini við bussum. Fjølmiðlafólk hava góðar umstøður við øllum neyðugum hentleikum. Allir kurvabóltsdystirnir verða stroymdir beinleiðis.

Kurvabóltur í Føroyum

Kurvabóltur er ein lutfalsliga nýggj ítróttagrein í Føroyum. Fyrsta kurvabóltsfelag varð stovnað í 1996. Trý feløg komu afturat, eftir at Føroyar á fyrsta sinni høvdu luttikið í kurvabólti á oyggjaleikum í Jersey í 2015. Tað var eisini fyrstu ferð, at Føroyar vóru við í altjóða kapping í kurvabólti.

Menninir hava kappast á oyggjaleikum síðan, og í 2023 vóru føroysku kurvabóltskvinnurnar við fyri fyrstu ferð. Tað var í  Guernsey.

 

Kurvabóltur Stað

Við Tjarnir

Atlagøta

FO-188 Hoyvík