JUDO HOLLIN A HALSI 3

Judo

Japanska stríðsítróttin og olympiska og paralympiska ítróttagreinin var fyrstu ferð við á oyggjaleikunum á leikunum í Føroyum í 1989. Judo er ein av teimum ítróttagreinunum, sum ikki eru so regluliga á leikunum. Hetta er áttandu ferð, at til ber at kappast í judo á oyggjaleikum. 

Kappingarleistur

Kappingin verður avgreidd yvir tveir ella tríggjar dagar. Tað veldst um, hvussu nógvir luttakarar vera.

Hvør oyggj ella oyggjabólkur kann tekna í mesta lagi tveir íðkarar til hvønn av hesum vektbólkum:

Kvinnur: u48 kg, u52 kg, u57 kg, u63 kg, u70 kg, u78 kg og y78 kg.

Menn: u60 kg, u66 kg, u73 kg, u81 kg, u90 kg, u100 kg og y100 kg.

Í einstaklingakappingunum skulu í minsta lagi fýra ymsar oyggjar hava teknað í minsta lagi seks íðkarar til ein vektbólk, sambært viðtøkunum fyri oyggjaleikirnar. Í vektbólkum við seks íðkarum kappast øll ímóti øllum ella round-robin. Vektbólkar við fleiri enn seks íðkarum kappast í elimination brackets við repechage.

Í liðkappingini kann hvør oyggj tekna eitt lið við monnum og eitt lið við kvinnum til kappingina. Sambært viðtøkunum fyri oyggjaleikirnar kunnu liðini hava millum fýra og sjey íðkarar, sum tó skulu umboða hvør sín vektbólk. Støða verður tikin til endaliga bygnaðin í liðkappingini seinni í samráð við luttakandi oyggjarnar.

Leikvøllur

Judo kappingin verður í Tórshavn. Endaliga hølið verður avgjørt í næstum.

Hent at vita

Vigað verður dagin fyri kappingina.

Dømt verður eftir IJF reglunum, sum eru galdandi, tá ið kappingin verður avgreidd.

Allir íðkarar skulu hava bæði hvíta og bláa gi, sum samsvara við galdandi reglur hjá IJF. Gi kontrol verður undir kappingini. Kravd ryggmerki verður útvegað av fyrireikarunum áðrenn leikirnar.

Judo í Føroyum

Havnar Judofelag var fyrsta judofelag í Føroyum. Tað var stovnað í 1971. Í dag eru fimm virkin føroysk judofeløg. Íðkað verður á flestu størru oyggjunum, og føroyskir judoíðkarar berjast undir egnum flaggi í norðurlendskum, evropeiskum og altjóða kappingum.

Judosamband Føroya var stovnað í 1981. Seinni var navnið broytt til Judo Føroyar.

Altjóða judoævintýrið tók dik á seg við oyggjaleikum í 1989, og Føroyar hava verið við allar sjey ferðirnar. Tilsamans hevur føroyska úrtøkan verið 19 gull, 21 silvur og 25 bronsur.