FRÆLSUR ITROTTUR 1

Frælsur ítróttur

Ein av grundarsteinunum undir Oyggjaleikum eru kappingarnar í frælsum ítrótti. Á Oyggjaleikum í 2027 verður kappast í øllum greinum uttan stangarlopi og kappgongu.

Kappingarleistur

Kappingarnar í frælsum ítrótti verða í seks dagar í tveimum tíðarbilum hvønn dag – eitt fyrr um dagin og eitt seinni um dagin.

Á breytini verða 100 m, 200 m, 400 m, 800 m, 1500 m, 5.000 m, 10.000 m, 3000 m forðarenning, 100 m rimarenning, 110 m rimarenning, 400 m rimarenning, 4x 100 m og 4 x 400 m.

Á vøllinum verða hæddarlop, longdarlop, trístøkk, spjót, kúlustoyt, diskukast og sleggjukast.

Á vegnum verður hálvmaraton.

Leikvøllur

Frælsur ítróttur verður á nýumvældu Tórsbreyt í Havn, og hálvmaraton verður helst runnið í og kring Havnina. Við nýggjum og dagførdum kappingarøki vilja Føroyar bjóða eina uppliving, sum stendur mát við altjóða stig fyri íðkarar, venjarar og áskoðarar.

Hent at vita

Kappingarnar í frælsum ítrótti verða skipaðar sambært reglum hjá IIGA.

Upphitingarøkið verður tøkt nærhendis, og skipaðar venjingartíðir verða á breytini, so venjingar og kappingar ganga smidliga.

Frælsur ítróttur í Føroyum

Oyggjaleikirnir í 1989 vóru høvuðsorsøkin til, at frælsa ítróttin tók dik á seg í Føroyum. Leikirnir vaktu av álvara áhugan fyri frælsum ítrótti her heima.

Eftir oyggjaleikirnar varð skipað fyri fyrsta FM-heitinum í frælsum ítrótti á ítróttaøkinum á Svangaskarði, sum kom til leikirnar. Síðan var á hvørjum ári skipað fyri FM.

Seinni kom rennibreyt og vøllur eisini á Tórsbreyt í Havn og í Klaksvík, og aðrastaðni eru umstøðurnar at íðka frælsan ítrótt eisini betraðar.

Fræslur ítróttur fekk egið sersamband 2002 undir navninum Frælsur Ítróttur Føroya, stytt FÍF. Í dag eru seks limafeløg. Tey eru Bragdið, Frælsi, Hvirlan, Hvistan, Roysnið og Treysti.

Frælsi ítrótturin hevur við tíðini ment seg so mikið, at hjá fleiri íðkarum eru Oyggjaleikirnir ikki longur evsta málið. Fleiri miða nú eftir bæði EM, HM og OL, men tá kappast tey undir donskum flaggi.

Frælsur ítróttur Stað

Tórsbreyt

Tórsbreyt, Undir Svartafossi

FO-100 Tórshavn, Faroe Islands