Fótbóltur
Fótbóltur fær ein týðandi leiklut, tá ið Oyggjaleikir verða í Føroyum í 2027.
Fótbóltur verður skipaður sum ein landsfevnandi kapping við dystum á fleiri vøllum kring alt landið. Hetta er fyri at vísa fram eitt fjølbroytt fótbóltsumhvørvi og skapa lív í ymsu lokaløkini.
Kappingarleistur
Kappast verður í innleiðandi bólkum og finaludystum.
Hvussu nógvir bólkarnir vera, og hvussu kappingarleisturin verður, ber ikki til at siga, fyrr enn endaliga tilmeldingin er tøk. Tó er avgjørt er, at Føroyar taka í móti í mesta lagi 16 mansliðum og 16 kvinnuliðum, sum eisini er í samsvari við IIGA-reglugerðina.
Leikvøllir
Millum teir vøllir, ið eru í uppskoti at verða nýttir, eru við Stórá í Trongisvági, Fløtugerði í Fuglafirði, Inni í Dal í Sandoy, Sarpugerði í Norðragøtu, Hólmin á Eiði, við Margáir í Streymnesi, Vesturi á Eiðinum í Vági, á Dungasandi í Sørvági, undir Mýruhjalla á Skála, Gundadalur í Havn og Svangaskarð á Toftum.
Fótbóltur í Føroyum
Fótbóltur er størsta ítróttagrein í Føroyum. Fótbóltur hevur verið spældur í Føroyum síðan síðst í 19. øld. Fyrsta ítróttafelagið er TB, sum var stovnað í 1892.
Fyrsta FM-kappingin var í 1942, og síðan 1950-árini hevur fótbóltslandskappingin verið skipað við heima- og útidystum.
Í áttatiárunum varð arbeitt við at betra um vallarumstøðurnar, og tað bøtti nógv um, tá ið fyrstu graslíkisvøllirnir komu. Føroyar fingu eisini limaskap í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA og evropeisku fótbóltssamgonguni UEFA. Tiltikin er fyrsti undankappingardysturin, sum var 12. september í 1990 í móti Eysturríki. Føroyar vunnu óvæntað 1-0.
A-landslið og ungdómslandslið hjá monnum og kvinnum kappast nú í undankappingum, og føroysk fótbóltsfeløg spæla árliga í evropeisku kappingunum.
Fótbóltur Støð
