Flogbóltur og sandflogbóltur
Kappast verður í bæði flogbólti og sandflogbólti á Oyggjaleikum. Seinast kappast var í flogbólti á oyggjaleikum var í Gotlandi í 2017, meðan sandflogbóltur var við í Gibraltar í 2019.
Kappingarleistur
Bæði flogbóltskappingin og sandflogbóltskappingin verða fyriskipaðar sambært kappingarreglunum hjá CEV.
Leikvøllur
Flogbóltskappingarnar verða spældar í høllini á Giljanesi og í høllini í Kambsdali.
Sandflogbóltskappingarnar verða spældar í Sandavági og Fuglafirði.
Flogbóltur og sandflogbóltur í Føroyum
Flogbóltur er ein av størstu ítróttagreinunum í Føroyum við umleið 2.000 íðkandi í níggju flogbóltsfeløgum kring landið.
Farið var undir flogbóltsspæl í Føroyum í 1950-árunum, tá ið Martin Holm, lærari á Føroya Læraraskúla, hevði bólt og net við til ein ítróttatíma á Læraraskúlanum. Lærarar tóku seinni spælið við sær út um landið, har flogbólturin mentist í skúlunum kring landið.
Flogbóltssamband Føroya var stovnað sum sersamband í 1980 eftir at hava verið ein deild undir ÍSF í nøkur ár. Føroyskur flogbóltur hevur eisini stórfingin altjóða úrslit at vísa á. Serliga hevur hilnast væl á Oyggjaleikum, har kvinnurnar og menninir hava vunnið heiðursmerki fleiri ferðir. Ungdómslandslið eru eisini á hvørjum ári við í altjóða kappingum og standa seg væl.
Flogbóltssambandið leggur nógv fyri, og seinnu árini hava fleiri altjóða kappingar verið í Føroyum.
Sandflogbóltur er nýggjur partur av flogbólti í Føroyum, og Flogbóltssamband Føroya hevur seinastu tíðina arbeitt við at menna hendan partin av flogbóltinum. Millum annað hevur U18-landsliðið spælt í bæði EM-kappingum og NEVZA-kappingum, og í 2025 fara sandflogbóltslið eisini at luttaka í líknandi kappingum fyri U18 og U20 hjá bæði kvinnum og monnum.
Flogbóltur og sandflogbóltur Støð