Fimleikur
Fimleikur er ikki ein av føstu ítróttagreinunum á oyggjaleikunum, men verður við í Føroyum í 2027.
Kappingarleistur
Kvinnur kappast í fýra amboðum, sum eru gólv, lop, biti og forskotin barr.
Menn kappast í seks amboðum, sum eru gólv, lop, parallel barr, ringar, rekk og beinsveiggj.
Í set serium og liðkapping eru seriurnar samansettar av ávísum bundnum krøvum í einstøku amboðunum, og íðkararnir gera sostatt somu seriur. Liðkapping verður hildin í sama umfari, og heiðursmerki verða latin fyri bæði einstaklingar og lið.
Kappast verður eftir FIG reglugerðini. Her verður samlaða úrslitið fyri øll amboðini galdandi, og vinnarin funnin av samlaðu FIG kappingini.
Í FIG finalunum verður kappast í einstøku amboðunum, har besti íðkarin verður funnin í hvørjum amboði.
Teir fimm dagarnir verða býttir upp soleiðis, at kappast verður tríggjar dagar, og tveir dagar eru settir av til venjingar. Fyrsti dagurin er venjingardagur. Annan dagin eru setseriur og toymiskapping á skránni. Triði dagur er eisini venjingardagur. Fjórða dagin er FIG overall kapping, og fimta dagin eru FIG-finalur.
Leikvøllur
Fimleikakappingin hjá kvinnum og monnum verður í Bylgjuni í Runavík.
Hent at vita
Fyri at tryggja, at øll útgerð er FIG góðkend, eru øll amboð nýggj ella nýliga góðkend av Gymnova. Harvið er talan um fyrsta floks útgerð til kappingina hjá bæði kvinnum og monnum.
Fimleikur í Føroyum
Í Føroyum hevur verið kappast í amboðsfimleiki síðan 1966, tá ið tvey feløg vóru í Føroyum. Áðrenn hetta vóru innanhýsis kappingar, tá ið bara eitt fimleikafelag var.
Føroya Fimleikasamband var stovnað í 1980. Undirtøkan hevur verið støðugt vaksandi, og átta fimleikafeløg eru nú í alt. Í alt eru 3.400 íðkarar skrásettir.
Á oyggjaleikum luttaka Føroyar vanliga við einum kvinnuliði og einum mansliði, tá ið fimleikur er við á leikunum. Føroyskir fimleikarar hava eisini nógv flott úrslit at vísa á í hesum kappingum.
Fimleikur Stað