OYL BORDTENNIS ÁRI COMPRESSED 2

Borðtennis

Í Føroyum gleða vit okkum til loksins aftur at kunna bjóða borðtennisvinum okkara aftur til Føroya á Oyggjaleikir.

Kappingarskipan

Í tann mun luttakaratalið loyvir tí, verður spælt bólkaspæl, har fremstu tveir spælararnir - og møguliga einstakir bestu tríarar - spæla seg víðari í eina cup-skipan.

Liðkappingin verður skipað í tveir stórar bólkar, har fremstu tvey londini í hvørjum bólki hittast í hálvfinalum. Hetta er sambært IIGA kappingarreglum grein 6, stykki 2.

Leikvøllur

Spælt verður í Hoyvíkshøllini í Hoyvík, sum er ein ítróttahøll í fullari stødd við fitt av áskoðaraplássum og alskyns hentleikum so sum kantinu og styrkirúmi.

Umframt kappingarborðini, verða upphitingarborð sett upp í eina minni fimleikahøll, sum er bygd upp í Hoyvíkshøllina.

Hent at vita

Spælt verður við hvítum trístjørnaðum bóltum av merki, ið verður upplýst seinni.

Borðtennis í Føroyum

Borðtennis tók seg av fyrstan tíð upp í Føroyum í 1940-unum, men tað var ikki fyrr enn í 1980, at Borðtennissamband Føroya var stovnað sum sersamband.

Føroyskt borðtennis hevði kortini altjóða limaskap undan hesum, sum ein tann fyrsta føroyska ítróttagreinin, ið fekk altjóða limaskap.

Landsliðsarbeiðið hevur verið virkið øll árini, og landslið og ungdómslandslið hjá monnum og kvinnum luttaka javnan í kappingum. Í dag eru okkurt um 60 borðtennisleikarar í Føroyum. Teir flestu í feløgunum Tór í Havn og TBF í Suðuroy.

Føroyar hava øll árini kappast í borðtennis á oyggjaleikum, og higartil er úrtøkan tvær gull, fimm silvur og 11 bronsur.

Borðtennis Stað

Hoyvíkshøllin

Vegurin Langi 25

FO-188 Hoyvík