Bogaskjóting
Bogaskjóting tók seg upp í Føroyum í sambandi við oyggjaleikir í 1989, og nú næstan 40 ár seinni eru bogaskjúttarnir loksins aftur á heimavølli á oyggjaleikum.
Kappingarleistur
Kappast verður í 1440-umførum og í 720-umførum fyri einstaklingar, kvinnur og menn í recurve og compound, umframt liðkappingar í báðum bogasløgum. Eisini verða knock-out dystir í báðum bogasløgum.
Leikvøllur
Bogaskjótingin á Oyggjaleikum 2027 verður á fótbóltsvøllinum í Miðvági í Vágum. Rundan um leikvøllin eru allir neyðugir hentleikar.
Undirlagið á skjótibreytini er graslíki, og eftir ætlan verða 30-35 skivur settar upp.
Bogaskjóting í Føroyum
Oyggjaleikirnir í Føroyum í 1989 vóru beinleiðis orsøkin til, at bogaskjóting var skipað sum ítrótt í Føroyum. Tambar í Havn var stovnað árið fyri, í 1988, og seinni eru trý feløg komin afturat, so fýra føroysk bogaskjótifeløg eru í alt.
Á oyggjaleikum og altjóða kappingum sum heild hava úrslitini eisini verið góð, og føroysku bogaskjúttarnir hava vunnið Føroyum nógv heiðursmerki hjá bæði monnum og kvinnum.
Bogaskjóting var annars ikki umboðað við egnari rødd fyrstu nógvu árini, tí føroysku feløgini høvdu atlimaskap í Dansk Bueskytte Forbund. Í 1997 var umsóknin um limaskap í altjóða bogaskjótifelagsskapinum FITA góðkend.
Bogaskjóting og byrsuskjóting skipaðu seg í Skjótisamband Føroya um sama mundið, har ítróttagreinarnar høvdu hvør sína undirdeild. Í 2010 vóru tær skipaðar í hvør sítt sersamband, bogaskjótingin í Bogaskjótisamband Føroya, stytt BSKF.
Í dømingini hava Føroyar eisini verið frammaliga. Schandorff Vang var útnevndur altjóða dómari í 1996, og hann hevur dømt í nógvum altjóða kappingum. Í 2010 gjørdi dótturin Annika Vang honum kynstrið eftir, tá ið hon stóð royndina sum altjóða ungdómsdómari.
Bogaskjóting Stað