Badminton
Badminton var fyrstu ferð við sum ítróttagrein á Oyggjaleikum í 1985, og nærum allar 24 oyggjarnar plaga at kappast í badminton.
Kappingarleistur
Badmintonkappingin verður frá sunnudegi til fríggjadag.
Byrjað verður við liðkappingini, og síðan verður hildið fram við einstaklingakappingini, har leikt verður í einmansleiki og tvímansleiki við kvinnum og monnum og í blandaðum tvímansleiki.
Leikvøllur
Badmintonkappingin verður í Høllini á Hálsi. Høllin á Hálsi, sum upprunaliga var bygd í 1970, er bæði umvæld og útbygd, og í høllini er pláss fyri 10 badmintonvøllum. Góðir skiftingarhentleikar eru eisini.
Til kappingina er ætlanin at brúka badmintongólv á teimum vøllum, har dystirnir vera spældir, og tveir aðrir vøllir verða tøkir til upphiting.
Hent at vita
Tað ber til at streingja kettjararnar, meðan badmintonkappingin er.
Dagarnar undan kappingarbyrjan kunnu vøllir bíleggjast til venjing.
Badminton í Føroyum
Badminton hevur sum ítróttagrein drúgva søgu í Føroyum.
Fyrstu stigini at spæla badminton í høvuðsstaðnum vóru tikin í 1958, tá ið badmintonfelag var stovnað. Spælt var tá í fimleikahøllini í Kommunuskúlanum.
Ítróttin breiddi seg skjótt, og miðskeiðis í sekstiárunum var regluliga skipað fyri kappingum, bæði føroyameistarakapping og kappingum fyri yngri aldursbólkur. Seinni luttóku kvinnur eisini.
Á oyggjaleikum hava føroyskir badmintonspælarar eisini staðið seg væl, serliga eftir aldarskiftið við nógvum vunnum heiðursmerkjum í liðkapping og einstaklingakapping.
Badminton Stað